Soyaramen við høsnarunga
4 persónar
1 fet av hvítleyki
25 g. av feskum ingifer
4 høsnarungayvirlør
1 súpsk. sólblómuolju
1,5 litur av vatni
6 súpsk. av sojasós
4 súpsk. av ljósum miso (ikki neyðugt)
250 g. gularót
¼ kinakál
150 g. av sukurertrum
250 g. av eggnudlum, ramennudlum ella øðrum nudlum
300 g. av pilkaðum edamamebønnum (tinaðum)
1 neva av ertraskotum/spírum
Møg. 2 tsk. av kiliflykrum
Framferðarháttur
Sker hvítleyk og ingifer í flísar.
Brunkað høsnarungan á báðum síðum í eini grýtu
Koyr hvítleyk, ingifer, vatn, sojasós og miso í grýtuna.
Lat símra undir loki í 1 ½ tíma
Tak høsnarungan upp og lat køla niður
Trevsa kjøtið sundur
Síla suppuna og halt hana heita
Sker gularøtur í tunnar flísar
Sker kinakál í grov stykki og dampa tað í eini grýtu við eitt sindur av vatni í botninum.
Sker sukurertrar í tunnar skivur og kóka nudlurnar, sum tað stendur á pakkanum
Reið nudlurnar í 4 stórar skálir og koyr gularøtur, kinakál, sukurertrar, edamamebønir og høsnarungan omaná.
Koyr heitu suppuna oman yvir og koyr ertraskot og kiliflykrur omaná.
1 fet av hvítleyki
25 g. av feskum ingifer
4 høsnarungayvirlør
1 súpsk. sólblómuolju
1,5 litur av vatni
6 súpsk. av sojasós
4 súpsk. av ljósum miso (ikki neyðugt)
250 g. gularót
¼ kinakál
150 g. av sukurertrum
250 g. av eggnudlum, ramennudlum ella øðrum nudlum
300 g. av pilkaðum edamamebønnum (tinaðum)
1 neva av ertraskotum/spírum
Møg. 2 tsk. av kiliflykrum
