top of page
topmynd.jpg

Fá serligar +prísir og aðrar góðar fyrimunir við Miklapluss appini

Við Miklapluss appini eru nógvir fyrimunir! Tú fært m.a. serligar +prísir, persónligar prísir, frískleikagaranti, talgild bløð, talgildan innkeypslista, uppskriftir og mangt annað. Miklapluss appin er gjørd til tín, so tú kanst spara bæði tíð og pening, tá tú keypir inn í Miklagarði.

fstore.png
applestore.png

Kom skjótt í gongd

  1. Tak appina niður í App Store ella Google Play

  2. Skráset gjaldkort

  3. Fá atgongd til allar fyrimunirnar

2.jpg

+Prísir

Hvørja viku fært tú sum Miklapluss kundi megnarprísir í Miklapluss appini. Avslátturin verður sjálvvirkandi drigin frá, tá tú rindar við kassan. Tú skalt bert syrgja fyri at rinda við tí gjaldkortinum, sum tú hevur knýtt at appini – so fært tú avslátturin automatiskt.

2.jpg

Talgildur innkeypslisti

Ger ein talgildan innkeypslista í tíni Miklapluss app. Tú kanst lættliga leggja afturat, rætta og strika vørur, eins og tú kanst rætta nøgdir og mongdir. Tá tú ert Miklapluss kundi, kanst tú eisini deila innkeypslistan við familju og vinir. Tú kanst antin senda hann sum eitt avrit ella bjóða til ein felags innkeypslista, har tey eisini kunnu leggja vørur afturat.

2.jpg

Kappingar

Forkela teg sjálva/n í Miklapluss appini. Spæl og vinn gávur, sum bert eru galdandi fyri teg, sum er Miklapluss limur. Tú kanst t.d. snara hjólinum ella skava og vinna ymiskar vørur. Tað er bert tú, sum hevur Miklapluss appina, ið kann vinna. Góða eydnu!

2.jpg

Persónligir prísir

Miklapluss snýr seg um teg og tað, tær dámar. Hvønn mánað fært tú persónligar prísir, sum eru skraddaraseymaðir júst til tín. Persónligu prísirnir eru útvaldir eftir tínum innkeypsmynstri. Jú meira tú nýtir Miklapluss appina, jú meiri persónligir verða tínir prísir á vørunum.

2.jpg

Talgildar kvittanir

Nú noyðist tú ikki longur at goyma pappírskvittanir, tá ið tú keypir í Miklagarði. Øll innkeyp, sum eru gjørd við gjaldkortinum, sum er knýtt at Miklapluss appini, verða goymd sjálvvirkandi. So kanst tú lættari hava skil á tínum innkeypum og samstundis fylgja við í, hvussu nógvan Miklapluss avsláttur tú hevur fingið.

2.jpg

Talgilt tilboðsblað

Í Miklapluss appini hevur tú altíð atgongd til nýggjasta tilboðsblaðið, so tú kanst kveita í tað, meðan tú leggur innkeypslistan til rættis. Og skuldi tað hent seg, at tú kortini ikki fært staðið fyri innkeypinum, kanst tú lættliga senda innkeypslistan víðari til makan ella starvsfelagan, so tey kunnu orðna tað í staðin.

2.jpg

Frískleikagaranti

Um ein frukt og grønt vøra ikki er sum væntað, kanst tú taka eina mynd av henni í Miklapluss appini og trýsta á ‘Endurrinda’ ovast á viðkomandi kvittan. Tú fært peningin endurrindaðan sum ein virðisseðil, sum tú kanst nýta við at trýsta á ‘Virkja virðisseðil’. Upphæddin verður síðani sjálvvirkandi drigin frá tínum næsta keypi.

2.jpg

Uppskriftir

Ert tú ein ordans matelskari? So ert tú komin á rætta stað. Í Miklapluss appini fært tú atgongd til fleiri uppskriftir við alskyns lekkrum rávørum. Soleiðis hevur tú altíð íblásturin beint við hondina, tá tú skalt leggja innkeyp til rættis, tá tú keypir inn og manglar hugskot, ella tá tú stendur heima í køkinum og vilt royna okkurt nýtt.

2.jpg

Restir – dygdargóðar vørur til lægri prís

Í Miklapluss appini kanst tú síggja niðursettar vørur í Miklagarði. Haldførið er stutt, men aftur fyri eru prísirnir farnir í botn. Leita eftir RESTIR vørunum við gulu prísunum, tá tú keypir inn; soleiðis sparir tú pening og hjálpir okkum samstundis at minka um matoyðsl.

Ofta settir spurningar

UPPLATINGARTÍÐIR

Mánadag – hósdag: 09.00 – 18.00
Fríggjadag: 09.00 – 19.00
Leygardag: 09.00 – 18.00
Sunnudag: Stongt

MIKLAGARÐUR

á Trapputrøðni
100 Tórshavn

34 19 50
miklagardur@sms.fo

© 2023 Miklagarður

bottom of page