Sitrónmáni
60-90 min.
200 g. av hveitimjøli
65 g. av mandlumjøli
2 tsk av bakipulvuri
200 g. av sukur
200 g. av smøri (stovuhita)
0,5 tsk. av salti
3 sitrónir
4 egg
120 ml. mjólk
1 tsk. av vaniljusukur
12 súpsk. av frískpressaðari sitrónsaft (uml. 6-7 skeiðir til glasur)
120 g. flormelis
Pynt: Fíntrivið sitrónskal (vistfrøðiliga)
Framferðarháttur
1. Set ovnin á 170 stig
2. Smyr ein springform á uml. 24 cm. við smøri og koyr bakipappír í botnin
3. Blanda mjøl, mandlumjøl, bakipulvur og sukur saman í ein stóra skál
4. Koyr 200 g. av smøri í og rør deiggið til tað er grovt og morlut
5. Píska síðani salt, rivið skal av 3 sitrónum, egg, mjólk, vaniljusuku og sitrónsagt saman og blanda í morluta deiggið.
6. Rør til deiggið er slætt og koyr í formin
7. Baka í ovninum í 45-55 min. til køkan er gylt og bakað í miðjuni.
8. Tak roynd í miðjuni við einum bambusspjóti
9. Lat køkuna køla i 10 min. áðrenn hon verður tikin úr forminum og køl síðani heilt á eini rist.
10. Rør flormelis og sitrónsaft saman til súrligan glasur
11. Smakka til við flormelis um neyðugt.
12. Tá køkan er kølnað verður glasurur koyrdur omaná.
13. Pynta við sitrónskali
Væl gagnist.
200 g. av hveitimjøli
65 g. av mandlumjøli
2 tsk av bakipulvuri
200 g. av sukur
200 g. av smøri (stovuhita)
0,5 tsk. av salti
3 sitrónir
4 egg
120 ml. mjólk
1 tsk. av vaniljusukur
12 súpsk. av frískpressaðari sitrónsaft (uml. 6-7 skeiðir til glasur)
120 g. flormelis
Pynt: Fíntrivið sitrónskal (vistfrøðiliga)
