top of page

Oreo ostakøka við bláber og hindber

Til uml. 10 persónar

40 g. smeltað smør

150 g. Oreo + nøkur til pynt

100 g. bláber

½ vistfrøðilig sitrón

100 g. hindber

5 límbløð (husblas)

5 dl. av Hvíta (Ymer)

1 vanliljustong

400 g. av Buko Naturel rómaosti 

150 g. flormelis

2 dl. av róma 38%

Framferðarháttur

1. Knúsa Oreo í einum blendara og blanda í smeltað smør.

2. Pressa síðani fylluna niðast í ein springform, ið er dekkaður við bakipappíri

3. Koyr í køliskáp at standa í hálvan tíma

4. Blenda hindberini og koyr tey ígjøgnum eina sílu

5. Ger á sama hátt við bláberini og koyr sitrónsaftina í, so farvan verður varðveitt.

6. Goym morlaðu berini atskilt.

7. Bleyta síðani límbløðini í eini skál við køldum vatni í 5 min.

8. Tak bløðini úr vatninum og koyr í eina lítla grýtu saman við vatninum sum hongur á.

9. Smelta límbløðini á veikum hita.

10. Rør hvíta í - eitt sindur í senn.

11. Skava kornini úr vaniljustongini og rør tey saman við rómaosti og flormelis.

12. Koyr hvítan í ostablandingina.

13. Píska róman lætt stívan og vend varliga í ostablandingina.

14. Deil blandingina í 3 líka stórar partar.

15. Rør bláberblandingina í ein part og koyr í springformin.

16. Lat tað síðani hvíla í køliskápinum í 1 tíma.

17. Rør síðani hindberjablandingina í næsta part og koyr varliga omaná bláberjalagið.

18. Set aftur at hvíla í 1 tíma.

19. Koyr síðani síðsta partin omaná og lat køkuna seta seg til dagin eftir.

20. At enda verður pyntað við Oreo

40 g. smeltað smør

150 g. Oreo + nøkur til pynt

100 g. bláber

½ vistfrøðilig sitrón

100 g. hindber

5 límbløð (husblas)

5 dl. av Hvíta (Ymer)

1 vanliljustong

400 g. av Buko Naturel rómaosti 

150 g. flormelis

2 dl. av róma 38%

Oreo ostakøka við bláber og hindber
bottom of page