top of page

Oddvørsa yndisuppskrift uppá mandlurís

Rísingreytur:

7,5 dl av mjólk

1 dl av greytrísi

1 vaniljustong

3 ss av sukri

100 g av hakkaðum smognum (smuttaðum) mandlum

4 dl av róma

Framferðarháttur

Klúgv vaniljustongina. Koyr mjólkina í eina grýtu saman við vaniljustongini og drússa rísini í. Kóka til tað verður ein javnur greytur. Rør í greytinum, so hann ikki brennur í botnin. Hetta tekur uml. 45 min.

Tak grýtuna av plátuni og rør sukur í og set greytin at kølna.

Píska róman til skúm og vend varisliga greytin og róman saman. Koyr mandlurnar í.

Minst til at goyma eina heila mandlu til mandlugávu.

1 glas av kirsuberjasós. Flógv kirsuberjasós riggar væl afturvið, og hon gevur eisini ein serligan jóladám.

Rísingreytur:

7,5 dl av mjólk

1 dl av greytrísi

1 vaniljustong

3 ss av sukri

100 g av hakkaðum smognum (smuttaðum) mandlum

4 dl av róma

Oddvørsa yndisuppskrift uppá mandlurís

UPPLATINGARTÍÐIR

Mánadag – hósdag: 09.00 – 18.00
Fríggjadag: 09.00 – 19.00
Leygardag: 09.00 – 18.00
Sunnudag: Stongt

MIKLAGARÐUR

á Trapputrøðni
100 Tórshavn

34 19 50
miklagardur@sms.fo

© 2023 Miklagarður

bottom of page