top of page

Lagkøka við berum og makrónum

30 min.

1 pk. av Dr. Oetker køkukremi við vaniljusmakki

5 dl. av nýmjólk

4 dl. av róma

3 lagkøkubotnar

175 g. av hindberjasúltutoy

75 g. av makrónum + 6-8 til pynt

150 g. av berum, t.d. hindber, jarðber og bláber

Framferðarháttur

Rør pakkan av køkupulvuri við mjólk. Píska í 1 minutt og set í køliskápið í 20 min. Rør síðan saman aftur.

Píska róman og vend varliga saman við køkukreminum, so tú fært kondittarakrem. Koyr kremið í ein sproytuposa við rundari túllu. Legg ein køkubotn á eitt køkufat og smyr helvtina av súltutoynum omaná. Sproyta toppar av kondittarakremi á allan botnin. Sorla makrónurnar og koyr helvtina omaná kremið. Ansa eftir, at makrónur ikki koma á uttasta ringin av kremtoppum, tí so sær køkan vakrari út frá síðuni. Legg síðani varliga næsta botnin omaná køkuna og endurtak við súltutoyi, kremi og restini av makrónum. Pynta omaná við toppum av kondittarakremi og prýð við berum og heilum makrónum.

1 pk. av Dr. Oetker køkukremi við vaniljusmakki

5 dl. av nýmjólk

4 dl. av róma

3 lagkøkubotnar

175 g. av hindberjasúltutoy

75 g. av makrónum + 6-8 til pynt

150 g. av berum, t.d. hindber, jarðber og bláber

Lagkøka við berum og makrónum
bottom of page