BOOHH! Mumitertur við marsipani
8 stk. Uml. 45 min.
100 g. av smøri
2 egg
100 g. av sukur
1 tsk. av vaniljupasta
75 g. av marsipani + 150 g. til pynt
100 g. av hveitimjøli
50 g. av havragrýni
1 tsk av bakipulvuri
2 súrepli
2 súpsk. av sukur
1 tsk. av kaneli
Flormelis at rulla á
16 sukureygu
Framferðarháttur
Smelta smørið og lat køla niður. Píska egg saman við 150 g. av sukuri og vaniljupasta. Sker 75 g. av marsipani í smáar terningar og koyr í eggjablandingina saman við hveitimjøli, havragrýni og bakipulvuri. Rør deiggið saman. Koyr skalið av súreplunum og sker í smáar terningar. Vend súreplunum í 2 súpsk. av sukuri og kanel og vend í deiggið. Deil síðani deiggið í 8 lítlar, smurdar tertuformar á uml. 10 cm. Til ber eisini at brúka ein stóran tertuform. Baka terturnar á 175 gradum í uml. 15 min. Lat síðani køkurnar hvíla. Stroy eitt sindur av flormelisi á borðið og rulla síðani restina av marsipaninum tunt. Sker í strimlar á uml. 1x 10 cm og pynta køkurnar. Set at enda eygu á.
Væl gagnist
100 g. av smøri
2 egg
100 g. av sukur
1 tsk. av vaniljupasta
75 g. av marsipani + 150 g. til pynt
100 g. av hveitimjøli
50 g. av havragrýni
1 tsk av bakipulvuri
2 súrepli
2 súpsk. av sukur
1 tsk. av kaneli
Flormelis at rulla á
16 sukureygu
