Asiatiskt nudlusalat við kjøtbollum
4 fólk
Kjøtbollar
500 g. hakkað svínakjøt
1 zittauerleyk
1 súpsk. av sojasós
1 súpsk. av fiskasós
1 súpsk. rivnum ingifer
1 egg
2 súpsk. av hveitimjøl
2 súpsk. av hakkaðum deykorru (koriander)
2 súpsk. av olju at steikja við
Nudlusalat
300 g. eggjanudlum
150 g. sukurertrum
6 stengur av várleyki
200 g av spíðskáli
1 dl. av hakkaðum deykorru
Sós
0,5 súpsk. av sojasós
3 súpsk. av olju
4 súpsk av søtari kilisós
1 súpsk. av hunangi
1 reytt kilipipar
Pynt
2 súpsk. av sesam
3 súpsk. av sojasós
2 leim
Framferðarháttur
Rív leyk og blanda við svínakjøti og restini av innhaldinum í kjøtbollunum.
Forma farsið til kjøtbollar og steik í olju á heitari pannu í 5-6 minuttir.
Kóka nudlurnar eftir forskriftini á pakkanum, stoyt vatnið frá nudlunum og skola tær í køldum vatni
Sker sukurertrar í flísar, várleyk í skivur og spíðskálið fínt.
Blanda sósina saman. Sojosós, olju, súrsøta kilisós, hunang og fínt hakkað kili.
Vend nudlur, grønmeti og sós saman
Rista sesamfrøið á heitari pannu til tey eru gylt
Vend kjøtbollunum í sojasós og síðani í sesem
Borðreið nudlusalati í eina skál og legg kjøtbollarnar omaná.
Borðreið við leim í bátum
Væl gagnist.
Kjøtbollar
500 g. hakkað svínakjøt
1 zittauerleyk
1 súpsk. av sojasós
1 súpsk. av fiskasós
1 súpsk. rivnum ingifer
1 egg
2 súpsk. av hveitimjøl
2 súpsk. av hakkaðum deykorru (koriander)
2 súpsk. av olju at steikja við
Nudlusalat
300 g. eggjanudlum
150 g. sukurertrum
6 stengur av várleyki
200 g av spíðskáli
1 dl. av hakkaðum deykorru
Sós
0,5 súpsk. av sojasós
3 súpsk. av olju
4 súpsk av søtari kilisós
1 súpsk. av hunangi
1 reytt kilipipar
Pynt
2 súpsk. av sesam
3 súpsk. av sojasós
2 leim
