
Fá ein lættari og leskiligari gerandisdag við miklapluss
Við Miklapluss appini hevur tú m.a. tilboðsblaðið, allar tínar kvittanir, 2000 leskiligar uppskriftir, talgildan innkeypslista, spøl og aðrar hentar funkur í lummanum. Hvørja viku finnur tú góðar +prísir eins og persónligar prísir í appini - Tað er lætt og leskiligt!





Miklarættir lætta um gerandisdagin
Í Miklagarði hava vit gjørt tað lætt at eta heilsugóðan og skjotan døgurða. Tað er skjótt at hita, og bakkin kann í bæði ovn, mikroovn og uppvaskimaskinu. Tað eru altíð fleiri sløg av Miklarættum í kølaranum, m.a. lasagna, karrybollar, grýturættir, vokkrættir v.m.

Heimsins bestu olivinoljur
Ein góð olivinolja ger mun. Tí selja vit heimsins bestu olivinoljur frá Flos Olei í Miklagarði. Eisini finnur tú olivinoljur frá lítlu italsku familju fyritøkuni Frantoio di Sant´Agata d´Oneglia, sum hevur framleitt olivinolju síðan 1827. Teirra breiða úrval av servørum og hágóðsku olivinoljum eru smakksupplivingar í Gourmet-klassanum.

Kusmi te
Kusmi er kent fyri sítt sermerkta og leskiliga te í vøkrum og eksklusivu dósum. Í Miklagarði finnur tú eitt stórt úrval av Kusmi í leysum, tebrøvum og gávueskjum.

Alkoholfríar drykkivørur
Í Miklagarði finnur tú eitt stórt úrval av alkoholfríum drykkivørum, tí øll hava rætt til ein góðan drykk.
Tú finnur m.a vín, øl, gin og rom í okkara úrvali.
