Reinsa (pussa) lundini og krydda við salt og pipari. Sker fennika í bátar og sker hvítleykin í klænar flísar. Hita oljuna í einari grýtu og brúnka lundini væl á øllum síðum. Tak lundini úr grýtuni og koyr fennika í. Steik í 8-10 min., til tað byrjar at fáa lit. Koyr hvítleyk í og steik víðari í 1 minutt. Krydda við einum sindri av salt og pipari. Koyr vín og bønir í grýtuna saman við sitrón, sum er skorin í flísar. Legg kjøtið aftur í grýtuna og stroy rósmarin omanyvir. Legg lokið á grýtuna og lat rættin bræla í lágum hita í 15-20 min., ella til kjøtið hevur ein hita í miðjuni upp á 65-70°.
Flys eplini og kóka tey í ósaltaðum vatni, til tey eru moyr. Stoyt vatnið í eina skál og píska eplamorlið arðuhvørja ferð við olivinolju og aðruhvørja ferð við vatni til tað er lætt og frískligt. Smakka væl til við grovtkornaðum sinnopi, salt og pipari. Sker kjøtið í klænar flísar og borðreið tað á einum fati saman við grønmetinum. Hav eplamorl afturvið.
Við at blanda kjøt og bønir fært tú tað besta úr báðum matarheimunum og verður samstundis mett. Haraftrat er maturin veðurlagsvinarligur.
Meira smakkur
Fá meira umami – altso eins og smakkurin av kjøti – við t.d. steiktum soppum, sólturkaðum tomatum, rivnum osti ella fiskasós.
Minst til kvøldbønirnar
Ein dós av kókaðum bønum ella kikkertrum eru frálíkar í salati, blendaðum súpanum og grýturættum. Tú verður mett, og so smakkar tað eisini væl.