Kom og ver partur av okkara toymi í eini spennandi tíð í Føroya nýggja matmekka!
Frukt og grønmetisdeildin fær eina umfatandi dagføring við hópin av nýggjum vørum og upplivingum til kundan. Til hetta tørvar okkum starvsfelgaðar at seta dám á nýggju deildina og tryggja eina enn betri vøru til kundar okkara.
Vit vænta, at tú...
· skilur týdningin av góðari kundarøkt
· dugir at arbeiða sjálvstøðugt
· ert fyrikomandi og nærlagdur/løgd
· ert eldhugað/ur og ágrýtin í tínum faki.

Løn og treytir
Løn og setanartreytir sambært avtalu.
Arbeiðsvikan er 40 tímar.
Vit bjóða tær...
· góðar smidligar arbeiðstíðir
· góðar starvsfelagar
· eitt áhugavert starv við nógvum spennandi avbjóðingum.
· at gerast partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi
· møguleikan at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi, og á tann hátt geva títt íkast til virksemi okkara.

Spurningar og viðmerkingar?
Umsóknin skal vera okkum í hendi skjótast gjørligt. Tilber at senda inn umvegis frymilin her á síðuni ella via teldupost á miklagardur@sms.fo

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Regin W. Dalsgaard á tlf 34 19 15.
Send tín umsókn her
Max file size 10MB.
Uploading...
fileuploaded.jpg
Upload failed. Max size for files is 10 MB.
Max file size 10MB.
Uploading...
fileuploaded.jpg
Upload failed. Max size for files is 10 MB.

Takk fyri tína umsókn!
Tú hoyrir frá okkum skjótt :)
Oops! Something went wrong while submitting the form.